Løgmaður ferðast mest

1.768.351 krónur, tað er tað, sum løgmaður og umsiting hansara hevur ferðast fyri í ár.

1.768.351 krónur, tað er tað, sum løgmaður og umsiting hansara hevur ferðast fyri í ár.

 

Tað vísir ein uppgerð, sum vp.fo hevur gjørt yvir, hvussu nógvar pengar ymsu aðalráðini nýta at ferðast fyri.

 

Yvirlitið sambært vp.fo sær soleiðis út:

 

1. Løgmansskrivstovan 1.768.351 krónur

2. Fiskimálaráðið 1.584.000 krónur

3. Almannaráðið 316.768 krónur

4. Heilsumálaráðið 201.773 krónur

5. Fíggjarmálaráðið 131.917 krónur

 

Vinnumálaráðið og Mentamálaráðið hava ikki svarað innlitsumbønini. Men tá vp.fo hevur sent innlitsumbønina 17. november, so er freistin ikki úti fyrr enn í dag, so helst frættist frá ráðunum hjá Johan Dahl og Bjørn Kalsø í dag, hvussu nógv tey hava ferðast fyri í ár.

 

www.vp.fo/logmadur-brukar-mest-til-ferding-uttanlands/