– Ja, eg havi fingið eina kunning frá løgmanni eftir innanhýsis fundin í Sambandsflokkinum, sigur Jenis av Rana.
Formaðurin í Miðflokkinum vil tó einki siga um, hvat samgonguleiðarin hevur kunnað sínar samstarvsflokkar um, eftir at Sambandsflokkurin hevur sitið á innanhýsis fundi síðani klokkan 10 í morgun.
Fundurin endaði stutt eftir klokkan tvey seinnapartin. In.fo hevur verið í samband við fleiri limir í tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum, sum øll vísa til løgmann.
Formaðurin í Miðflokkinum váttar tó, at hann hevur fingið eina kunning frá Kaj Leo Holm Johannesen.
– Men eg haldi tað hevði verið illoyalt av mær at greitt frá innihaldinum í hesi kunning, áðrenn løgmaður sjálvur hevur havt høvið til tað, sigur Jenis av Rana.
Tað hevur higartil ikki borið til at fáa eina viðmerking frá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum. Kaj Leo Holm Johannesen er tøkur til eina viðmerking seinni.










