Løgmaður segði í ólavsøkurøðini í gjár, ófriður og kríggj úti í heim skapar vanda fyri stórkríggi. Hann vísti á, hvussu orð føra til gerðir og stríð.
– »Tey orðini, sum leitaðu eftir nýggjum landi vendu sær í flognum og komu aftur sum rovfuglar við sterkum klóm og fremmandum eygum.« Hesar reglurnar í yrkingini “Orðini” eftir Róa Patursson eru ein góð lýsing. Tá ið vit senda orð út at leita eftir nýggjum landi, men tey koma aftur sum rovfuglar. Tá ið tað, vit vilja siga, umskapast, so mótparturin hoyrir okkurt annað. Tá ið orðini ala fram sterkar kløur og fremmand eygu – heldur enn blomstrandi avkom, segði Aksel V. Johannesen.
– Vit síggja nú, hvussu orð verða send út fyri at skapa ótta og ósamljóð. Hvussu fólk lata orðini týggja sær sum rovfuglar, ið eggja til stríð. Vit síggja tað um allan heim. Vit sóu hetta í valstríðnum í Evropa, og vit síggja tað í USA. Tað er vandamikið. Tí rovfuglaorð kunnu verða til gerðir – og vit síggja, at gerðir kunnu elva til kríggj og ræðuleikar.
– Nógv bera nú ótta fyri, at Russland fer at leypa á onnur lond. Og í krígnum millum Ísrael og Hamas hava aðrir partar lagt uppí. Tað er vandi fyri stórkríggi. Avleiðingarnar raka vanlig fólk og skapa oyðilegging, deyða og sorg.
Løgmaður vísti á, at eingin veruligur vandi fyri stríði og kríggi hómast í Føroyum
– Tað ávirkar sjálvandi eisini okkum. Men lat meg sláa fast: eingin ítøkiligur vandi er fyri Føroyar í løtuni.
– Men vit fylgja væl við. Bæði her heima og saman við myndugleikunum í grannalondum, segði Aksel V. Johannsen.