Løgmaður bakkar – setir koronupass í gildi

Eftir stórt trýst og nógv fundarvirksemið er løgmaður bakkaður og fer nú at seta í gildi skipan við koronupassi

Tað váttar løgmaður í samrøðu við Deg og Viku. Løgmaður og Miðflokkurin havi hildið fast uppá, at skipan við koronupassi ikki skuldi setast í gildi. Tí tað er - ella var - sambært løgmanni at býta fólkið sundur í A borgarar og B borgarar.

 

Læknafakligu tilmælini hava verið púra greið, setið eina skipan við koronupassi í gildi.

 

Tað er her løgmaður er bakkaður, og landsstýrið fer at koma við nýggjum átøkum, sum helst eisini verða send hinum miðlunum í kvøld.

 

– Vit hava ikki verið á linju við borgaran, og tí taki eg í egnan barm, segði løgmaður, sum nú skfitir kós í koronumálinum.