Tað vísir nýggjasta veljarakanningin, sum Fynd hevur gjørt fyri Miðlahúsið og Kringvarpið.
Ein av spurningunum, ið varð settur í kanningini er, um løgmaður átti at tikið avleiðingarnar av kanningarúrslitinum hjá Hans Gammeltoft Hansen og lagt frá sær.
Og boðskapurin frá veljarunum í Føroyum er púra greiður. Tilsamans 74,6 prosent av teimum spurdu í kanningini halda, at løgmaður átti at lagt frá sær.
Umframt at løgmaður hevur lítlan og ongan stuðul í øðrum flokkum, so er dómurin hjá veljarum, sum valdu Sambandsflokkin við seinasta val púra greiður. Tilsamans 58 prosent av teimum halda, at løgmaður átti at lagt frá sær.
Les meira um nýggju veljarakanningina, sum er tann fyrsta síðani løgtingsval varð skrivað út á ólavsøku, í Sosialinum, sum kemur á gøtuna í kvøld.