Løgmaður aftur á vøllin á jóansøku

So smátt síggjast fyrireikingarnar til jóansøku veruliga aftur, og á skránni er m.a. forvitnisligur fótbóltsdystur.

Á bryggjuøkinum eru fólk í gongd við at seta tivoli tjøld upp, og kring um í Vágsbygd takast vágbingar við at fríðka um húsini.

 

Smátt um smátt sæst, at jóansøkan er um skamma stund.

 

Eitt av forvitnisligu tiltøkunum á skránni, er ein fótbóltsdystur leygardagin.

 

Talan er um gamla VB liðið, sum gjørdist føroyameistarar í ár 2000. Og ætlandi verður liðið enntá mannað við teimum útlendingum, sum tá vóru í hópinum hjá VB.

Og millum teirra, ið VB skal leika ímóti, eru leikarar, ið um somu tíð leiktu fótbólt.

Nevnast kunnu Jóannes Jakobsen og Kaj Leo Holm Johannesen, sum í dag er betri kendur sum løgmaður.

Talan er her um eitt samansett landslið við leikarum, ið leiktu um ár 2000.

Hetta kann sigast at vera ein søguríkur dystur, ella afturhvarv.

 

Dysturin verður eftir kappróðurin leygardagin.