Ovast á dagsskránni er russiska innrásin í Ukraina. Saman við stjórnarleiðararum úr øllum Evropa fer løgmaður at taka lut í ymiskum orðaskiftum í Reykjavík.
Skifta orð við stjórnarleiðarar
"Tað hevur stóran týdning fyri okkum at vera virkin á øllum pallum, har trygdarpolitiska kósin komandi árini verður stungin út í kortið. Eg gleði meg at taka lut og skifta orð við aðrar stjórnarleiðarar um fleiri viðkomandi mál," sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Miðvísur føroyskur trygdar- og verjupolitikkur
Løgmaður heldur, at tørvurin á einum miðvísum føroyskum trygdar- og verjupolitikki er stórur. Hann væntar eisini, at júst trygdar- og verjumál fara at standa ovarlaga í politiska orðaskiftinum í Føroyum frameftir.
"Longu áðrenn russisku innrásina í Ukraina var trygdarpolitikkur aftur eitt evni, sum setti sín dám á politiska orðaskiftið í Føroyum, og hetta hevur bara tikið dik á seg seinasta árið. Eg vænti, at trygdarpolitikkur fer at fylla nógv í føroyskum politikki komandi árini", vísir løgmaður á.
Bara fjórðu ferð
Hetta er bara fjórðu ferð í 74 ára gomlu søguni hjá Evropeiska ráðnum, at stjórnarleiðararnir í limalondunum hittast. Á fundinum í Reykjavík verða í alt 900 útlendsk umboð fyri tær ymisku stjórnirnar og millum 300 til 500 miðlafólk.
---
Evropeiska ráðið bleiv stovnað stutt eftir seinna veraldarbardaga. Kjarnuvirðini eru mannarættindi, fólkaræði og ein heimsskipan, ið er grundað á altjóða lóg. Tað eru í løtuni 46 limalond og fimm eygleiðaralond í Evropeiska ráðnum. Øll londini í Evropa eru limir, fyriuttan Hvítarussland, Russland og Kosovo.