Løgmaður á ST aðalfund í New York

Komandi viku verður árligi ST aðalfundurin, og í hesum sambandi fer Løgmaður langu leiðina úr Føroyum, til Amerika, í morgin.

Komandi viku verður árligi ST aðalfundurin, og í hesum sambandi fer Løgmaður langu leiðina úr Føroyum, til Amerika, í morgin.

Løgmaður skal verða ein partur av ráðharravikuni, ið verður í New York, í samband við ST aðalfundin. Til ráðharravikuna møtast landstýrisfólk úr øllum heiminum at kjakast, um øll heimsins viðurskifti. Á Høvuðsaðalfundinum skulu leiðarir úr øllum heiminum halda røðu, og hesin fundur tekur 2-3 dagar.

Hetta er ikki fyrstu fer, at Løgmaður hevur verið á ST vitjan. Hann var fyrstu fer á vitjan í 2007, og síðani tá hevur hann verið fleiri ferir.

- Hetta er triðju ella fjórðu fer, at eg eri við. Fyrstu fer var sum løgtingslimur í 2007, og tá var eg har í tríggjar vikur, saman við donsku delegatiónini, sigur Kaj Leo.

Hesa fer skal Løgmaður byrja ferð sína í Washington, har hann fer at vitja donsku sendistovuna í nakrar dagar. Á donsku sendistovuni verður hann, millum annað, kunnaður um amerikanskt vinnulív, og amerikonsk viðurskifti. Í Washington er eisini ætlanin at heilsa uppá grønlendarar, ið júst er í fer við at opna eina sendistovu har.

Hóast høvuðsendamálið við túrinum er at fara á ST aðalfund, so hevur Kaj Leo eisini aðrar ætlanir.

- Høvuðsendamálið við túrinum er at fara á ST aðalfund, men vit ætla eisini at nýta høvi til at fáa tosa við onnur lond, um at fáa fríðhandilssáttmálar í lag, sigur Kaj Leo.
 

Hetta er ikki fyrstu fer at Føroyar hevur roynt at fingið samstørv í lag við onnum lond, á tílíkan hátt.

- Næstseinast eg var á ST aðalfundi hevði eg fund við russiska uttanríkisleiðaran, og tá byrjaði samstarvið viðvíkjandi fríðhandilssáttmálanum, sigur Kaj Leo.


Í løtuni verður roynt at fáa fundir í lag við onnur lond, um ein møguligan fríðhandilsáttmála, men enn er einki ávíst komi í lag.