Løgmaður: Á rættari kós

Fyrr í dag helt Løgmaður sína sættu løgmannsrøðu, og sambært honum hava Føroyar eina bjarta framtíð fyri framman.

Í 2008 setti Kaj Leo Holm Johannesen seg í løgmanssessin. Í dag helt hann tí sína sættu løgmannsrøðu.

 

- Mín høvuðsboðskapur í taluni var fólkavøkstur. Tað er neyðugt við konkretum tiltøkum so sum fleiri útbúgvingartilboðum. Haraftrat kom eg inn á fiskivinnureformin, og at eldraøkið skal út til kommurnar, sigur Løgmaður.

 

- Tað er munandi stuttligari at vera løgmaður í dag enn í 2008. Tá sá alt ræðandi út, har hallið á fíggjarlógini kundi enda oman fyri milliardina. Tíbetur hevur náttúran hjálpt okkum síðstu árini, har m.a. alivinnan hevur verið sera góð fyri føroyska búskapin.

 

Løgmaður heldur, at tað eru nógv tekin, sum peika á, at Føroyar eru á rættari kós.

 

- Vit hava sæð búskaparvøkstur síðstu árini. Haraftrat er innflutningurin øktur, og bilasølan er hækkað munandi. Hallið er eisini lækkað javnt, sigur Løgmaður.

 

Ólavsøkan hjá Kaj Leo er sera upptikin.

 

- Tann fyrri dagurin á ólavsøkuni er fult upptikin hjá mær. Hann fer til at leggja síðstu hond á løgmansrøðuna, handa steyp og at práta við fjølmiðlar. Um kvøldið seinna dagin havi eg frí og kann taka mær meir av løttum, sigur Løgmaður.

 

Tá Løgmaður ikki er upptikin við arbeiðið, er tað familjan og vinfólk, ið verða raðfest.

 

- Í kvøld havi eg verið saman við konuni og yngsta soninum, Jónas, á tivoliøkinum. Har hevur hann hoppað í hoppiborgini og roynt ymiskt har.

 

- Fast á hvørjum ári fara vit eisini niðan til vermóðir at eta nátturða, sigur Løgmaður.

 

Tað týdningarmiklasta við ólavsøkuni sambært Løgmanni er savnanin av Føroya fólki.

 

- Tað er ómetaliga gott og týdningarmikið, at vit øll í tveir dagar kunnu skapa eitt samanhald, har allar orrustur og stress verður lagt á hillina, og vit øll eru onki annað enn føroyingar, sigur Løgmaður at enda.