Løgin hending í Leirvíkstunlinum

Ein bilførari, sum í gjár koyrdi ígjøgnum Leirvíkstunnilin, gjørdist skakkur, tá bakrúturin á bilinum knappliga brotnaði.

Í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein bilførari, sum var á veg gjøgnum Leirvíkstunnilin, var fyri einari heldur løgnari hending.

 

- Tá bilførarin var komin umleið hálvan veg inn í tunnilin, var eitt buldur í bilinum, og bakrúturin á bilinum brotnaði.

 

Tá kannað varð, um talan kanska kundi vera um ein stein, sum var dottin undan tunnilsloftinum, vísti tað seg, at her var eingin steinur at síggja.

 

- Farið varð eisini inn í tunnilin at kanna, um grót kundi vera komið undan loftinum og niður á koyribreytina, men soleiðis vísti tað seg ikki at vera.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini veit í morgun at siga, at heldur ikki í bilnum, sum var fyri óhappnum, var nakar steinur at síggja.

 

- Tí er ógreitt, hví bakrúturin á bilinum knappliga brotnaði, tá bilførarin var komin hálvan veg inn í tunnilin, verður lagt aftrat.