Löfven verður forsætisráðharri aftur

Hann fekk misálit ímóti sær, men heldur nú fram sum forsætisráðharri

Fyri tveimum vikum síðani fekk stjórnin hjá Stefan Löfven misálit samtykt ímóti sær í svenska Ríkisdegnum. Orsøkin var ein umstrídd leigulóg.

 

Stefan Löfven valdi tá at leggja frá sær heldur enn at útskriva nýval. Síðani royndu onnur at gera stjórn, men tað lukkaðist ikki, og tí vóru aftur boð eftir Stefan Löfven.

 

Hann hevur nú savnað tropparnar aftur og heldur fram við somu stjórn sum áðrenn misálitið, og allir ráðharrarnir verða teir somu.

 

Stefan Löfven hevur verið svenskur forsætisráðharri síðani 2014, og hetta er triðju ferð, at hann formliga tekur við starvinum.

 

(Mynd: Ritzau Scanpix)