Loddrøtt lygn og søgufalsan á Løgtingsins røðarapalli

Høgni Hoydal stendur í ramasta álvara og fortelur, at vit ikki fingu Marshallhjálp. Hvat feilar honum?

Lýgur hann við vilja, ella hevur hann so lítla hylling á føroyskari søgu?

Vit fingu bæði til SEV og til tað nýggja Tjaldrið. Hvat skulu slíkar lygnir til?

Tann samlaða upphæddin bleiv við argumentum frá Petur Mohr Dam hækkað, tí tann menniskjansligi statsministarin Hans  Hedtoft gekk við til, at vit fingu munandi meira, enn vit høvdu moralskan rætt til eftir fólkatalinum.

Slík ósømulig søgufalsking átti at verið  harðliga átalað av løgtingsforkvinnuni.