Lodda dýpið um kommunusamlegging á Sandoy

Kommunustýrið í Skopun ætlaði at hava vegleiðandi fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging fríggjadagin í næstu viku, tann 21. oktober, men nú hevur kommunustýrið útsett fólkaatkvøðuna til eftir løgtingsvalið.

Sandoyarportalurin skrivar, at eisini kommunustýrið á Sandi skal hava vegleiðandi fólkaatkvøðu, men at har er enn eingin dagur ásettur.

Á fólkaatkvøðunum báðum skulu borgararnir siga, um teir vilja hava sýsluna at leggja saman við Tórshavnar kommunu, um Sandoyar sýsla fyrst skal leggja saman, ella um sýslan skal halda fram, sum hon er.