LM Kring Føroyar 3. etapa - enn ein sigur til Dávur

LM Kring Føroyar 3. etapa: Dávur Magnussen kundi gleðast um aftur at standa ovast á sigurspallinum, so gjørdi Maria Svabo Hansen í dag hat trick, við sínum triðja sigri á rað

So er triði dagur farin afturum og 3. etapa avgreidd. Menn og kvinnur troyttast, og tankar um "Kongaetapuna" í Suðuroy gera kanska, at súkklarin følur seg mentalt troyttan eisini. Væl skilligt, at onkur stúrur fyri bæði Hovsegg og Hestinum, skrivar tsf.fo.

 

Men í dag var tað Viðoy. Viðoy var karmur um 3. etapu av LM Kring Føroyar. "Masterstartur" var frá Hvannasundi til tunnilsmunnan. Leðin gekk síðan gjøgnum tunnilin, til Viðareiði, og leiðin gekk so eftir gamla vegi aftur til tunnilsmunnan. Hesin teinur skuldi koyrast fimm ferð áðrenn vinnarin bleiv funnin, tilsamans 60 km.

 

Meðan Dávur Magnussen kundi gleðast um aftur at standa ovast á sigurspallinum, so gjørdi Maria Svabo Hansen í dag hat trick, við sínum triðja sigri á rað. 

 

Dávur, Helgi W. Olsen og Jákup Petur Eliasen hava verið á pallinum hinar dagarnar. Í dag bleiv Jákup Petur skiftur út við Hilmar Hansen. Meðan Dávur og Helgi báðir royndu eftir gullinum, so brúkti Hilmar allar taktiskar snildir fyri at vinna sær bronsuna.

 

Jákup Petur og Hilmar fylgdust meginpartin av túrinum. Undir allari kappingini hevði Jákup Petur brúkt nógva orku at koyra Dávur og Helga inn aftur. Tað eydnaðist ikki, og tá so sprintast skuldi um bronsuna, so vóru kreftirnar uppi, og tá bert 30 metrar vóru eftir, so megnaði Hilmar at fáa forhjólið framum, og tryggja sær eitt pláss á sigurspallinum.

 

Hattrik til Mariu

 

Maria vann aftur í dag, og hon vann aftur í dag ein tryggan sigur. Tað vóru smáir seks minuttir aftur til nummar tvey, sum - aftur í dag - gjørdist Elsa Berg. Í 2. etapu var tað Súsanna Eliasen, ið gjørdist nummar trý. Í dag var tað Rigmor Rasmussen, ið vann bronsuna.

 

Í morgin skulu súkklarar til Suðuroy at kappast. Millum manna verður teinurin í Suðuroy kallaður "Kongaetapan". Tað skal nokk blíva bæði hart og tungt, men rætt skal verða rætt. Í ár verður koyrt nakað styttri, og nógvir hæddarmetrar eru "klíptir" av teininum í ár.

 

Í mun til onnur ár so er teinurin úr Øravík til Fámjin, og aftur til Øravík, burtur. Fyrr bleiv Hesturin koyrdur tvær ferð. Niðan úr Lopra og niðan úr Sumpa. Nú verður "bara" koyrt um Hestin eina ferð.

 

Kappingin í morgin byrjar klokkan 10. Byrjað verður á Tvøroyri. Leiðin gongur til Øravík, og so um Hovsegg til Hov. Síðan til Porkeri, til Vág, til Lopra, og síðan gjøgnum bergholið til Sumba. Leiðin gongur niðan á Hestin, og til Lopra. Komnir oman av Hestinum gongur leiðin beint á mál í Vági.