Soleiðis ljóðar enn ein grein í donskum miðlum í dag. Danskir miðlar vísa á, at sendingin Forbrydelsen hevur vakt so stóran ans í Bretlandi, og harvið eru troyggjurnar hjá Guðrun&Guðrun tað týdningarmesta at hava í skápinum júst nú ? hóast árstíðina. Vit hava hoyrt nógv um tað seinastu tíðina ? at stjørnutroyggjan hjá Guðrun&Guðrun av álvara hevur fingið eitt gjøgnumbrot í Danmark og í Bretlandi.
Danska krimisendingin Forbrydelsen verður í hesum døgum víst í Bretlandi, og bretar hava tikið hesa sendingina til sín.
Bretskir miðlar skriva grein omaná grein um sendirøðina og um føroysku stjørnutroyggjuna.
Aftur leygardagin var ein grein í The Guardian, har blaðið ger greitt, at tað týdningarmesta at hava í skápinum júst nú, er stjørnutroyggjan hjá Guðrun&Guðrun.
Tað er BT.dk sum í dag staðfestir, at øll vilja hava ta føroysku stjørnutroyggjuna.









