Øll vilja eiga psykiatriska depilin

Bergtóra Høgnadóttir Joensen
------

Beint fyri páskir viðgjørdi Tingið uppskot um nýggjan psykiatriskan depil. Tað avgjørt positiva var, at øll tóktust samd um, at nýggjur psykiatriskur depil skuldi byggjast – og at hann skuldi byggjast NÚ. Loksins semja um, at hesin skuldi raðfestast. Hurrá fyri tí – leingi er tað ið væl skal verða!
Ætlanin er, at nýggi depilin skal liggja framman fyri Landssjúkrahúsið. Á tann hátt koma øll, sum skulu á sjúkhúsið inn gjøgnum somu hurð. Tað sama, um tørvur er á skurðlækna, jarðamóður ella psykiatara. Ivist ikki í, at hetta fer at skapa størri opinleika um sálarsjúku og niðurbróta verandi tabu í enn størri mun.
Hópurin av eldsálum starvast í psykiatriini, og eingin ivi er um, at serliga hesar eiga tøkkina fyri, at psykiatriin í dag er so framkomin og vælvirkandi, sum hon er í Føroyum.

Karráð telving?
Sjálv kólnaði eg um hjartað, tá eg undir orðaskiftinum í tinginum fataði, at dysturin nú var um, hvar nýggi psykiatriski depilin skuldi vera – soleiðis reint fysiskt.
Karráða telvingin í fíggjarnevndini, har uppskotið nú skal viðgerast, má ikki forkoma ætlanunum. Vit hava so mangan upplivað, at tað ikki eru skynsamastu grundgevingarnar, sum eru tær avgerandi – men heldur meiningin hjá ávísum fíggjarnevndarlimum ella lokalpolitikkur, sum verður hin avgerandi.
Hugburðurin hjá summum undir orðaskiftinum var, at tað kundi gera tað sama, um psykiatriski depilin var undir liðini á Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar Sjúkhúsi ella Suðuroyar Sjúkhúsi.

Er tað so einfalt?
Skiji væl, at øll fegin vilja hava eini 120 eyka arbeiðspláss. Men er tað so einfalt? Hvat sigur serfrøðin?
Fakligu grundgevingarnar, sum bæði serfrøðin og landsstýrismaðurin hava víst á eru fyri, at nýggi psykiatriski depilin skal verða á Landssjúkrahúsinum og bert har, eru millum aðrar hesar:

Í psykiatriini er tørvur á narkosulækna til elektrochockviðgerðir. Hendan viðgerð verður nýtt til sjúklingar við svárari depressión og givin fleiri ferðir um vikuna, tá hendan viðgerð verður vald. Er bert á Landssjúkrahúsinum.
Er talan um heilivágseitran og fólk eru á intensivu deild, hava hesi tørv á skjótari psykiatriskari meting og ofta psykiatriskari uppfylgjan. Bert á Landssjúkrahúsinum er intensiv deild.
Viðhvørt er tørvur á, at børn verða innløgd av psykiatriskum ávum. Tá kann skipast eitt neyvt samstarv millum barnadeild og psykiatriska deild, so sálarsjúk børn kunnu verða innløgd á barnadeild, men viðgjørd av psykiatriska deplinum. Barnadeild er bert á Landssjúkrahúsinum.
Sálarsjúk við t. d. hjartasjúkum, diabetes og kroniskum likamligum sjúkum, verða best viðgjørd í tøttum samstarvi millum somatikk og psykiatri. Her og í øðrum londum verður ásannað, at hetta ikki hevur virkað nøktandi, og mælt verður til tætt samstarv. Sostatt er brúk fyri, at psykiatri arbeiðir saman við fleiri ymiskum sergreinum. Bert ein møguleiki á Landssjúkrahúsinum.
Betri psykiatrisk tænasta til somatiskar sjúklingar, tá hendan tænasta ikki skal tilkallast aðrastaðni. 40% av sjúklingum við blóðtøppi ella bløðing í heilanum fáa tunglyndi og aðrar psykiskar trupulleikar aftaná, at tey eru vorðin sjúk. Um 30% av sjúklingum við brádliga íkomnum hjartasjúkum, fáa tunglyndi. Krabbameinssjúklingar og onnur kunnu hava tørv á tænastu frá psykiatriska deplinum.
Eldri fólk og fólk við demensi fáa oftari enn onnur psykiatriskar trupulleikar, tá tey eru somatisk sjúk, og eitt neyvt samstarv millum somatiska og psykiatriska økið er ein fortreyt fyri nøktandi viðgerð av hesum bólki, sum verður vaksandi komandi árini. Meginparturin av hesum sjúklingum hava kompliseraðar medisinskar sjúkur og verða innløgd á Landssjúkrahúsið.
Til útgreinan og viðgerð av psykiatriskum og somatiskum sjúkum krevst í alsamt størri mun løtt atgongd til CT- og MR skanning og nøktandi rannsóknarstova. Er bert á Landssjúkrahúsinum.
Øll tvørfaklig servitan um psykiatri - læknafaklig, sálarfrøðilig, røktarfaklig, ergoterapeutfaklig, fysioterapeutfaklig, sosialráðgevarafaklig og onnur - er at finna rundan um Landssjúkrahúsið. Spurningurin er, um ein geografisk flyting av so stórum fakligum umhvørvi er gjørlig, uttan at sorla alla ta serfrøði, sum er innan føroyska psykiatri í dag.

Serfrøðin greið
Álvaratos, haldi grundgevingarnar tala fyri seg. Vit politikarar mugu læra okkum at lurta eftir serfrøðini. Og lurta vit efter henni er sólarklárt, at psykiatriski depilin eigur at verða verandi í Havn - til gagns fyri allar føroyingar.