Sjómannadagur
Fólk kring landið og ikki minst í Klaksvík vóru eitt sindur spent eftir at fáa at vita, um Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, fór at fáa frið at halda setanarrøðuna á Føroya Sjómannadegi leygarmorgunin.
Men her gekk alt upp á stás.
Tórbjørn byrjaði setanarrøðuna við at siga, at hann ongantíð helt, at tað fór at vera neyðugt við danskari verju til at seta Føroya Sjómannadag í Klaksvík.
- Í besta føri hevði eg kanska væntað, at onkur fór at rópa buhh... eftir mær, men at fáa sær danska verju móti útróðrarmonnunum í Klaksvík - nei, tað visti eg fór at vera púrasta óneyðugt, segði hann.
Væl móttikin
Nakrar tímar eftir setanarrøðuna ringdi vit til landsstýrismannin fyri at fregnast, hvussu honum nú hevði gingist millum norðoyingar og vitjandi annars á sjómannadegnum.
- Jú, klaksvíkingar eru ógvuliga blíðir og fyrikomandi, og eg havi ongar sum helst óbehagiligheitir merkt her norðuri, síðan eg kom norður í morgun. Tvørturímóti. Eg eri ógvuliga væl móttikin, og fólk eru óføra prátingarsom, eisini um tey mál, sum vóru frammi í løgtinginum hesar dagar, nú neistar fuku millum politikarar og millum politikarar øðrumegin og útgerðarmenn, fiski-og útróðrarmenn hinumegin.
Tóbrjørn segði seg hava møtt fleiri av fiski-og útróðrarmonnunum, sum vóru í løgtinginum, og hann segði seg hava skift orð við hesar menn um, hvussu man møguliga kann tillaga fiskidagaskipanina, so eingin ivi verður um, at teir, sum eru veruligir aktørar í vinnuni, fáa bestu og tryggastu umstøður.
Meira kunning
- Onkur nevndi, at landsstýrismaðurin møguliga skuldi komið út í økini at skift orð um tær tillagingar, sum neyðugar verða innan karmarnar av fiskidagaskipanini. Hetta eru tillagingar, sum vit eiga at gera, áðrenn málið um áseting av fiskidøgum kemur fyri aftur á løgtingi komandi summar.
Tórbjørn vísir á, at lógin um vinnuligan fiskiskap krevur, at landsstýrismaðurin leggur fram uppskot um fiskidagar, soleiðis at hesir eru samtyktir á Føroya løgtingi, áðrenn nýtt fiskiár byrjar 1. september.
- Nú hava vit so stundir til at fremja tær tillagingar, sum skulu til fyri, at vinnan gerst meira trygg við umstøðurnar, sigur landsstýrismaðurin, Tórbjørn Jacobsen.
Á hægsta stigi
Sosialurin tosaði eisini við løgreglumann á Stongunum beint eftir setanina av Føroya Sjómannadegi. Tríggir løgreglumenn fylgdust hesa løtu, men hildu seg langt afturi í fólkarúgvuni – og langt frá sjálvum røðarapallinum, har Tórbjørn Jacobsen helt sína setanarrøðu.
- Jú, tað er rætt, at hetta málið hevur verið uppi á hægsta staði og vent, og mett hevur verið um umstøðurnar. Nú setanarmorgunin kom, hildu vit útlit vera til, at alt fór at spæla friðarliga av, sum tað eisini gjørdi, sigur ein av løgreglumonnunum, vit tosaðu við.