Í morgin fara lærararnir at fyrireika fjarundirvísing, sum byrjar mánadagin 16. mars. Tað vil siga, at næmingarnir ikki hava frí, tó at teir ikki skulu møta í skúlanum.
Ítøkiliga hvussu fjarundirvísingin verður skipað, fer skúlin at kunna um, tá lærararnir eru komnir longri við fyrireikingunum av fjarundirvísingini.