Øll tosa um Sissal

Føroyska Sissal er vorðin høvudspersónur í Big Brother sendirødini hjá TV Danmark. Í hesi vikuni hevur hon nálgast uppi í Roberti, og tysdagin vildi hon sleppa út úr Big Brother-húsinum

Hetta er ikki fyrsta ferðin, at ein føroyingur er við í eini danskari reality-sending. Men hetta er fyrsta ferðin, at ein føroyingur hevur gjørt so nógv um seg, og er vorðin til ein av høvuðspersónunum í eini reality-sending.
20 ára gamla Sissal fór fyri 26 døgum síðani inn í Big Brother húsið, og frá fyrsta degi fekk hon eyðmerkt sítt økið. Millum annad vid at pissa á gólvið ta fyrstu náttina.

Par ella ikki par
Seinastu dagarnar hevur nógv tos verið um Sissal og danan, Robert, sum er 21 ára gamal. Seinastu vikuna hava tey bæði nálgast uppi í hvørjum øðrum, og tað hevur verið lagt upp til meira enn bara eitt óskyldugt fríggj.
Seinasta hósdag vard húsið býtt upp í eina ríka og eina fátæka síðu. Sissal endaði á fátøku síðuni, meðan Robert kom yvir á ríku síðuna. Men mánadagin býttu Sissal og ein onnur genta í húsunum um pláss, so Sissal kom yvir á ríku síðuna til Robert.
Síðani hevur verið lagt upp til mangt og hvat í húsinum.
Føroyingurin hevur staðið fyri fyrsta floks sjónvarpsundirhaldi, har tosað hevur verið um mangt og hvat. Afturvendandi evnið vísir seg tó at vera sex.

Vildi út
Tyskvøldið gjørdist tað tó ov nógv av tí góða hjá Sissal. Hon helt, at Big Brother setti skeivt ljós á hana og hennara ætlanir, og tí vildi hon sleppa út.
Kuffertið varð pakkað, og føroyingurin hevði gjørt av, at tíðin inni í eygleidda húsinum var yvirstaðin.
Men skjótt fekk Makiah, tann elsta í húsinum, tosað Sissal til rættis, og tí valdi hon at enda, at Big Brother skuldi fáa ein møguleika afturat.

Fjølmiðlarnir við
Donsku bløðini fylgja eisini væl vid gongdini í Big Brother húsinum. Serliga Sissal og Robert tykjast at vera eitt væl umtókt evni.
Í Ekstra Bladnum í gjár var grein um hendingina, tá ið Sissal og Robert hugnaðu sær í baðikarinum. Og til ber eisini at velja millum fleiri aðrar greinar við sama evni, og eru tað føroyingurin og tann tveir metrar langi danin, ið vísa seg at vera tað, bløðini halda vera mest áhugavert.
Men hvussu er ella ikki, so hevur Sissal við sínum atburði megnað at seta seg sjálva í brennidepilin.
Spurningurin er so bara, um hetta bert er eitt spæl fyri gallarínum fyri at fáa hendur á milliónini, sum stendur upp á spæl.
Hendan spurningin lata vit standa ósvaraðan.