Øll toppliðini í eldin í dag

Í dag verður enn eitt umfar í tøttu kappingini um at vinna eingilska meistaraskapin í fótbólti. Klokkan 15 fer Manchester United at spæla á útivølli ímóti Derby, Chelsea skal á útivølli spæla ímóti Sunderland, og Liverpool fer á Anfield at taka ímóti Reading. Klokkan 17.15 verður Arsenal vertur ímóti Middlesbrough.

- Uppgerðirnar ímóti AC Milan hava órógvað okkum í landskappingini. Nú vóni eg, at tað aftur fer at eydnast at vinna trý stig, sigur Arsenal venjarin, Arsene Wenger. Tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur Arsenal spælt javnt.

Meistararnir í Manchester verða í løtuni mettir sum besta boðið upp á at vinna meistaraheitið.

- Vit vóru niðarlaga eftir tapið ímóti Portsmouth í steypakappingini, men vit kunnu ikki tøva við tað úrslitið. Skulu vit endurvinna meistaraskapin, kunnu vit ikki gera fleiri sovorðin mistøk, sigur Carlos Queiroz stjóri í United.

Eftir sigurin á Derby í vikuni, er Chelsea bara fimm stig aftanfyri Arsenal, og teir bláu eiga ein dyst til góða.

- Hetta verður torførur dystur ímóti Sunderland, sum altíð er vandamikið á heimavølli. Roy Keane er royndur og snildur venjari, og hann veit, hvussu teir skulu takla avbjóðingina. Vit mugu spæla okkara spæl, og tað er neyðugt at vinna øll stigini, sigur Frank Lampard, sum skoraði fýra mál ímóti Derby.

Málið hjá Liverpool er at enda millum fýra tey fremstu og harvið at hava møguleika at spæla í europeisku meistarakappingini.

- Tí er alneyðugt hjá okkum at vinna í dag, sigur Dirk Kuyt Liverpool álopsspælari.