Øll útiliðini vunnu

Eingi óvæntað úrslit var í gjár, tá landskappingin hjá kvinnunum varð bríkslað í gongd

Fyrsta umfar í landskappingini hjá kvinnum var í gjár, og gjørdist talan um tríggjar útisigrar. Tann fyrsti dysturin var í Gundadali tíðliga seinnapartin millum uppflytararnar úr B36 og greipuvinnararnar úr KÍ. Tað endaði við, at KÍ vann dystin 3-0.
Longu í sjeynda minutti brendi Rannvá Andreasen brotsspark, men hon gjørdi tað gott aftur, tá hon í seinna hálvleiki skoraði til bæði 2-0 og 3-0 – fyrst við einum langskoti og síðani einum skallara. Málið, sum legði KÍ á odda stutt undan steðginum, fekk Malena Josephsen eftir hornaspark.

Gjørdi skjótt av
AB, sum í fjør vann silvur, gjørdi skjótt av og legði botnin undir úti­sigurin á Víkingi í fyrra hálvleiki, tí tá dysturin í Gøtu var komin í helvt, var longu 3-0 til AB. Hellen Haraldsen, Doris í Garði Joensen og Olga Kristina Hansen syrgdu fyri málunum.
Eftir steðgin var dysturin mun­andi javnari, og Anna H. Joensen skoraði fyri Víking næstan beinan­vegin. Men ímóti endanum fekk AB tvey mál innan fyri fimm minuttir til 5-1, sum Mona Breckmann og Lisa í Liða skutu, áðrenn Jóhanna B. Fuglø í yvirtíðini gav Víkingi eitt troystarmál, so dysturin endaði 5-2 til AB.

HB kløkkaði Skála
Hóast ikki færri enn fýra av spæl­arunum hjá Skála høvdu spælt hondbóltsdystir bæði leygardagin og fyrr um dagin í gjár, megnaðu bronsu­vinnararnir av Skála at vinna 1-0 á uppflytarunum úr HB. Tað var tó um reppið, at vertirnir komu á odda við brotssparki eitt korter inn í dystin, men Helen á Lakjuni, sum í summar hevur skift flogbóltin út við ein málmanskjans í fótbólti, tók brotssparkið hjá Mariannu H. Jacobsen.
Bara fýra minuttir seinni kom hinvegin mál í hinum endanum, sum Bára Berthelsen skoraði, so Skála legði seg á odda 1-0. Í fyrra hálvleiki vóru bæði liðini væl við, men í undanvindinum eftir steðgin royndist Skála betri og helt væl og virðiliga fast um leiðsluna, til liðugt var.
hilmarjan@sosialurin.fo