Einki gott er eftir av húsunum í J. C. Svabosgøtu, sum eldur var í tíðliga leygarmorgunin. Talan var um eini íbúðarhús í trimum hæddum við einari íbúð í hvørjari hædd.
Løgreglan fekk fráboðan um eldin eitt sindur yvir hálvgum fýra leygarmorgunin. Tað var ein hýruvognsførari, ið koyrdi framvið, ið uppdagaði, at nógvur roykur kom úr húsunum. Hesin boðaði frá til hýruvognsstøðina, ið síðani gav boðini víðari til løgregluna. Boð vórðu beinan vegin send eftir sløkkiliðinum, ið kom á staðið alt fyri eitt. Men sløkkilkiðsfólkið sá skjótt, at talan var um ein so mikið ógvusligan eld, at neyðugt var at senda boð eftir frívaktini umframt.
Eldfimar plátur
Tað ið gjørdi eldin so ógvusligan var, at veggirnir innan vóru klæddir við sera eldfimum plátum. Úr hesum plátum seyraði eldfimt gass av øllum hitanum. Sløkkiliðsfólkini løgdu merki til, at tá eldur var aftanfyri ein vegg, komu stórar blørur í málingina á vegginum hinumegin, orsakað av gassinum. Tí varð fleiri staðir sett hol á veggin, fyri at basa eldinum hinumegin.
Petur Seloy, leiðari á sløkkiliðsstøðini í Havn, sigur, at tá tann fyrsti sløkkiliðsmaðurin kom inn í húsini, ljóðaði tað, sum gass stóð og seyðraði úr einari gassfløsku. Men talan var ikki um nakra gasfløsku, men heldur var tað gasssið úr veggunum, ið seyðraði so mikið ógvusliga út.
Skúladømi
Eldurin í J. C. Svabosgøtu verður av sløkkiliðnum mettur sum eitt skúladømi. Sløkkiliðsfólkini søgdu eftir eldin, at tey vóru sera glað fyri, at tað í seinastuni er koyrt nógv á tey í sambandi við roykkaving, tí eldurin leygarmorgunin vísti veruliga, hvussu ógvusiligt tað kann vera at vera inni í einum brennandi húsum.
Sigarett helst orsøkin
Løgreglan sigur frá, at ein sigarett helst er orsøkin til eldin. Í einum kamari í niðastu hæddini, har eldurin kyknaði, hevði ein maður ligið og roykt áðrenn hann sovnaði. Tá hesin brádliga vaknaði, sleiktu flammurnar vegginum við síðuna av honum. Maðurin slapp út, og slapp hann við einum brandsári á hondini. Hini í húsinum fingu ongan skaða.
Fólkini í húsinum vórðu hýst á hotelli eftir eldin.
Grannin ongan skaða
Húsini, eldur var í, vóru føst í grannahúsunum. Men hóast ógvusliga eldin, fingu grannahúsini ongan skaða. Tað eydnaðist sløkkiliðnum at køla veggin millum húsini so mikið nógv, at eldurin ikki festi í hann og soleiðis spreiddi seg til grannan.