Øll tey stóru í gongd

Í morgin og sunnudagin verður fyrsta umfar í steypakappingini hjá monnum í fótbólti, og nú er tað líkasum meira álvari í, tí øll Vodafoneliðini koma upp í kappingina

Fyri viku síðani vóru tríggir dystir spældir í innleiðandi umfarinum í ársins útgávu av kappingini um Løgmanssteypið, og um vikuskiftið er so klárt at fara undir fyrsta um­far, ið tilsamans fevnir um átta dystir og tískil eins væl kundi itið áttanda­partsfinalur. Nú koma eisini øll tey bestu liðini við, so sum Voda­foneliðini og tey fremstu í næst­bestu deildini.
EB/Streymur, sum vann steypa­kappingina í fjør, skal spæla sín fyrsta dyst á útivølli ímóti B36, men tann dysturin verður ikki fyrr enn sunnudagin. Allir hinir dystirnir eru leygardagin, og tá eru eisini tvær aðrar uppgerðir millum tvey Voda­fonelið, tí HB spælir ímóti Víkingi og NSÍ ímóti B71. Annars eru hinir dystirnir í fyrsta umfari millum lið í Vodafonedeildini og lægri lið, men tó er eitt undantak, sum er dysturin millum AB og TB, ið kundi verið ein forsmakkur upp á oddastríðið í næstbestu deildini.
Vinnandi liðini um vikuskiftið koma í fjórðingsfinalurnar, sum verða spældar mikudagin 4. mai.
Hálvfinalurnar verða spældar ávikavist hósdagin 19. mai og týsdagin 14. juni, og sjálv steypa­finalan verður eftir skránni spæld fríggja­dagin 5. august.