Øll tey deyðu eyðmerkt

Løgreglan í Sveis hevur nú eyðmerkt tey 22 børnini og tey seks vaksnu, sum doyðu í bussvanlukkuni í einum tunli har suðuri í landinum fyrrakvøldið.

Umleið 100 avvarandi hjá teimum deyðu og teimum løstaðu eru komin til Sveis, og tey hava hjálpt løgregluni við at eyðmerkja líkini. Tað er millum annað gjørt við at kanna klæði teirra, skrivar AFP.

Tey avvarandi fóru við flogfari úr Belgia í gjár, og tá vistu fleiri teirra ikki, um teirra børn vóru á lívi ella ikki. Ta vissuna fingu tey ikki, fyrr enn løgreglan vísti teimum klæðini, sum tey einstøku børnini høvdu verið í.

24 fólk liggja framvegis á sjúkrahúsi, og trý børn eru illa løstað. Hini eru ikki í lívsvanda longur.

Upprunaliga ljóðaði, at øll, sum vóru í bussinum, vóru úr Belgia, men teir sveisisku myndugleikarnir siga, at sjey av teimum deyðu vóru úr Niðurlondum.