Øll á Strendur at velja

Bygdaráðið á Strondum hevur nú gjørt av, at hereftir verður bara eitt valstað í kommununi og tað verður í bygdarhúsinum á Strondum. Sostatt samtykti bygdaráðið herfyri, at niðurleggja valstaðið á Selatrað. Bygdaráðið ásannar, at tíðin er farin frá at hava fleiri valstøð í kommununi. Á næsta valið, sum allarhelst verður kommunustýrisvalið tann 11. november skulu veljarar á Selatrað og Morskranesi tískil á val í bygdahúsinum á Strondum, sum í framtíðini verður einasta valstað í kommununi.