SSL lýsti í ÚF í morgun, at øll skipini liggja fyri veður, meira fæst at vita á heimasíðuni hjá SSL.
Tað hevur verið rættuliga nógvur vindur í nátt og í morgun - á Kambsdali varð vindferðin í eini hvirlu máld til 52,7 beint áðrenn kl. 10 í morgun - ættin er mest útsynningursunnan. Seint seinnapartin minkar vindurin, niður í 8 m/sek, seint í kvøld verður hann sunnan í ættini.
Flogferðslan er eisini tarnað av veðrið í dag. Á Floghavn.fo verður sagt, at nærri boð koma kl. 16 um flogfarið, sum eigur at koma úr Keypmannahavn kl. 13:45.
Komur í dag:
18-01 13:45 RC453 Copenhagen NEXT INFO 16:00
18-01 16:30 RC455 Copenhagen
18-01 20:15 RC457 Copenhagen
Fráferðir:
18-01 11:00 RC452 Copenhagen
18-01 14:45 RC454 Copenhagen