Øll stigini til Runavíkar

NSÍ styrkti í dýrdarveðrinum á Skála í dag um sína støðu á bronsuplássinum. Úrslitið var 1-0 til NSÍ. Einsamalla málið skoraði Hjalgrím Elttør í 1. hálvleiki.

Sum 2. hálvleikur leið, royndi heimaliðið at leggja alt størri trýst á. NSÍ tók seg aftur og legði mestu orkuna í at verja leiðsluna. Tað eydnaðist, men viðhvørt stóð nógv á. Eitt nú tá ið Óli Hansen stutt undan leikloki sparkaði bóltin burtur ein hálvan metur frá baklinjuni.

Hetta var fyrsta ferðin, at Skála onga úrtøku fekk, síðani John Petersen tók venjara ábyrgdina á seg.