Øll stigini fóru norður í Sundalagið

Í intensari, spennandi og harvið undirhaldandi uppgerð í Gundadali hevur EB/Streymur í kvøld vunnið 3-1 á B36. Harvið hevur EB/Streymur lagt seg greitt á odda í kappingini um silvurkrónurnar, meðan B36 framvegis fer at hava eyguni eftir niðurflytingarstrikuni, sum er fýra stig burtur.

 

Seks minuttir undan steðginum legði liðformaðurin, Egil á Bø, EB/Streym á odda 1-0.

Santos sendi horna úr høgru og yvir til handara stólpan, har miðverjin heilfluktaði í málið.

Dygst undan steðginum var Arnbjørn Hansen tætt við at økja um munin, men mitt fyri málinum og fyri opnum máli stýrdi hann frísparksinnleggi úr vinstru frá Hans Paula Samuelsen upp um málið.

Nú eru teir farnir at hvíla seg.

 

47.

0-2.

Beinanvegin eftir steðgin EB/Streymur økti um leiðsluna. Leif Niclasen legði innfyri úr vinstru, og vinstri vongverjin hjá B36, Magnus Olsen, var kroystur, tá ið hann við høvdinum royndi at beina bóltin burtur. Tað miseydnaðist, tí bólturin endaði í B36 málinum.

 

79

0-2

B36 hevur trýst fyri at koma aftur í aftur, men enn hevur ikki eydnast at fáa mál. René Tórgarð hevur havt fleiri heilt góðar bjargingar í EB/Streyma málinum.

At B36 hevur flutt fólkið langt fram og hevur verið ágangandi hevur borið við sær, at EB/Streymur onkra ferðina hevur verið vandamikið í snarálopum.

 

82

1-2

Rættiligur spenningur kom í Gundadal. Innskifti Brima Koroma minkaði um munin, sum nú er 2-1 til EB/Streym. Christian R. Mouritsen legði innfyri úr vinstru, Bergur Midjord stútaði niður fyri føturnar á Brima Koroma, sum setti bóltin í málið.

B36 trýstir fyri at javna.

 

90

1-3

B36 hevði mest sum alt fólkið frammarlaga í sambandi við frísparksstøðu. EB/Streymur fór í snarálop, Hans Pauli Samuelsen gjørdist leysur, og hann setti bóltin í málið og tryggjaði harvið EB/Streymur 3-1 sigur.

 

B36-EB/Streymur 1-3 (0-1)

0-1: Egil á Bø 39

0-2: sjálvmál 47.

1-2: Brima Koroma 82.

1-3: Hans Pauli Samuelsen 90.

Dómari: Ransin Djurhuus

B36: Jóan Pauli D. Jakobsen - Jóhan Ellingsgaard, Klæmint Matras, Herbert í Lon Jacobsen, Magnus Olsen - Róaldur Jacobsen, Oddmar Færø, Dennis Holmberg (Brima Koroma, 61.) - Bergur Midjord, Jákup á Borg, Christian R. Mouritsen

Gult kort: Jóhan Ellingsgaard, Odmar Færø

EB/Streymur: René Tórgarð - Bárður Olsen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Santos - Pætur Dam Jacobsen (Pauli G. Hansen, 78.), Brian Olsen (Sorin Anghel, 67.), Levi Hanssen - Leif Niclasen, Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen

Gult kort: Bárður Olsen, Arnbjørn Hansen, Pætur Dam Jacobsen