- Øll sparitiltøk eru framd

Fíggjarmálaráðharrin Bárður Nielsen sigur, at sparitiltøk eru framd á fíggjarlógin 2004 á hvørjari konto hjá hvørjum landsstýrismanni, og frá á einum halli á í fyrstu syftu 400 milliónir megnaðu teir at koma niður á 277 milliónir

Seinnapartin hósdagin varð fíggjarlógin 2004 løgd fram í Fíggjarmálaráðnum, og sum kunnugt er talan um eitt hall á 277 milliónir krónur, sum als ikki er ein vanlig støða í føroyska búskapinum.
Bárður Nielsen hevur bæði í bløðunum og loftimiðlunum gjørt vart við, at orsøkin til hallið er ein skeiv búskaparstýring frá undanfarnu fullveldissamgongu, har almennu útreiðslurnar eru hækkaðar við einari milliard, meðan inntøkurnar orsakað av fallandi fiskaprísum og kreppu í alivinnuni er lækkaðar.

Allround sparingar
Meðan Herman Oskarsson aðrastaðni í blaðnum vísir á, at útreiðsluvøksturin er náttúrliga avleiðingin av løgtingssamtyktum tíðliga í 90´unum, og Høgni Hoydal vísir á vantandi vilja til sparingar, sigur Bárður Nielsen, at øll tiltøk eru sett í verk.
- Uttan at taka nakað ítøkiligt øki framum annað hevur talan verið um allround sparingar á øllum kontum hjá øllum landsstýrismonnum, sigur fíggjarmálaráðharrin.
Spurdur, hví tiltøk ikki eru sett í verk at breiðka um inntøkugrundarlagið, er Bárður Nielsen avgjørdur.
- Tað er ímóti okkara hugsjón og politikki at áleggja meiri skatt á borgaran, sum Tjóðveldið skjýtur upp við avgjøldum á vørur, sigur Bárður Nielsen. Hinvegin tvíheldur samgongan um skattalættan, sum sambært Bárði Nielsen er ein týdningarmikil liður at venda búskapargongdini.
- Hóast landskassin nú ikki fær somu inntøkur gjøgnum skatt, setir skattalættin ferð á búskapin, og tað er m.a. vegurin fram, sigur nýklakti fíggjarmálaráðharrin úr Sambandsflokkinum.

Framtíðarætlanir
Á tíðindafundinum vísti Bárður Nielsen eisini á, at vinnupolitisk tiltøk skulu setast í verk at venda gongdini, t.d. á granskingar- og útbúgvingarøkinum. Skattalættar skulu fremjast, útreiðslur landskassans skulu stýrast strangari, bygnaðarbroytingar verða í almennu fyrisitingini, og stovnar verða álagdir at kortleggja sínar mannagongdir, um fíggjarligu karmarnir ikki verða hildnir.