Kappingarnevndin hjá FSF hevur gjørt av, dystirnir í teimum báðu deildunum skulu spælast samstundis seinastu umførini.
Í Formula-deildini verður spælt klokkan 15 á øllum støðum bæði í dag og 19. oktober, meðan dystirnir í seinasta umfarinum ? 25. oktober ? verða spældir klokkan 15.30.
Í 1. deild eru allir dystir tann 12. oktober klokkan 14.30. 18. oktober verður spælt klokkan 15, og í seinasta umfarinum ? 25. oktober ? verður spælt klokkan 13.