Hesum boðar hon í kvøld frá. Hon hevur í dag gjørt av, at rektarin á Læraraskúlanum kann taka øll inn, sum standa á bíðilista til lærara- og pedagogútbúgvingarnar. 
Helena Dam á Neystabø fegnast um vaksandi áhugan millum ung at nema sær hægri útbúgving í Føroyum. Yvir 200 lesandi verða nú tikin inn á tær útbúgvingar, sum Fróðskaparsetrið bjóðar út. 
- Hildið verður fram at fjøltátta útboðið av hægri útbúgvingum, og miðað verður ímóti at økja samstarvið við onnur universitet í okkara grannalondum, sigur Helena Dam á Neystabø. 
Landsstýriskvinnan vísir á, at samgongan leggur stóra orku í at skapa fyritreytir fyri eini góðari útbúgvingarskipan her á landi, sum er ein fyritreyt fyri samfelagsligari menning, vøkstri og trivnaði. Men avbjóðingin er stór, tí fíggjarliga tilfeingið er avmarkað – eisini á útbúgvingar- og mentanarøkinum. 
- Tí ræður um, at vit øll læra okkum at tola ávísar skerjingar og broytingar á summum økjum, so vit kunnu raðfesta meira átrokandi virksemi á øðrum økjum. Vit mega duga at húsast, so vit fáa meira fyri teir somu pengarnar, sigur hon.










