Tað er sera javnt í oddanum av næstbestu deildini. Tvey stig skilja oddaliðið TB og B68, sum er á sætta plássinum.
Seinnapartin verða fleiri áhugaverdir dystir. Ein teirra verður á niðara vølli í Gundadali, har FC Hoyvík fær vitjan av VB/Sumba. Hoyvíkingarnir taptu mikudagin heili 3-0 á útivølli móti NSÍ, og spurningurin er, hvussu tað hevur ávirkað liðið.
Avbjóðingin hjá TB verður á pappírinum ikki av teimum torførastu, tí botnproppurin MB vitjar á Sevmýri.
Dystirnir:
NSÍ-Skála
HB-B71
B68-Víkingur
TB-MB
FC Hoyvík-VB/Sumba
1: TB, 14 stig
2-5: B71, HB, FC Hoyvík og VB/Sumba, 13 stig
6: B68, 12 stig
7: NSÍ, 7 stig
8: Víkingur, 6 stig
9-10: Skála og MB, 2 stig