Øll skulu ganga til arbeiðis

25. til 31. mai seta vit bilin og ganga! Sum ein liður í rørsluárinum 2009 fer Fólkaheilsuráðið at skipa fyri eini viku í mai, har øll sum koyra til arbeiðis, skulu seta bilin og í staðin ganga.

Fólk skulu ganga til arbeiðis, ganga frá arbeiði, ganga í skúla, ganga til handils, ganga til ítrótt, ganga til bingo... ja, seta bilin og .

- Fyrimunirnir eru nógvir. Fyrst og fremst er tað ein vinningur frá einum heilsusjónarmiði, um fólk seta bilin og røra seg í staðin. Men sanniliga eisini frá einum umhvørvis- og sparisjónarhorni: eingin bensinosur og bíligari hjá fólki. Tað er eisini hugaligari at ganga, tá ið øll onnur gera tað. Tað verður meira lív í gøtunum, tryggari og friðarligari, skrivar Fólkaheilsuráðið í tíðindaskrivi.

Ætlandi skulu øLL vera við í hesum tiltaki: Tey ið hava stutt til arbeiðis, tey ið hava langt til arbei�is og eisini tey, ið koma av bygd, kunnu annaðhvørt taka bussin ella seta bilin langt frá arbeiðsplássinum og síðani ganga.