Øll skjøl á borðið

Bretsku myndugleikarnir hava gjørt av at almannakunngera øll skjøl í sambandi við avgerðina at lata libyska Ali Mohmed al Megrahi leysan úr einum fongsli í Skotlandi. Al Megrahi var dømdur lívlangt fongsul fyri at hava sprongt eitt amerikanskt flogfar uppi yvir skotska býnum Lockerbie í 1988.

Men herfyri gjørdu skotsku myndugleikarnir av at lata hann leysan, tí hann er illa sjúkur av krabbameini.

Avgerðin hevur vakt stóran ans, og fleiri leggja bretsku myndugleikiarnar at hava tengt leyslatingina av einum sáttmála við Libya um olju. Tað hevur stjórnin avsannað og hevur tí valt at leggja øll skjøl fram.