Øll skip tøk aftur

Øll skip hjá Strandferðsluni eru nú aftur farin í sigling.

Hetta merkir, at Teistin aftur røkir Sandoyarleiðina; siglt verður eftir summarferðaætlanini. Teistin hevur síðani august verið á beding hjá Mest, og hevur Ternan røkt Sandoyarleiðina.

Ternan er farin í regluliga sigling á Nólsoyarleiðini. Ternan verður tó tikin úr sigling mánadagin 12/11 eftir at fyrsti túrur er sigldur. Ternan skal á sleipistøð í 2-3 dagar. Silja Star røkir siglingina hetta tíðarskeið.

Ritan, ið eisini hevur verið á beding, er farin í regluliga sigling á Svínoyar- og Fugloyarleiðini. Súlan, ið hevur røkt hesa leiðina saman við Froyi og Viljanum, fer um vikuskiftið á sítt vanliga stað á Sandi, har hon førir farm eftir tørvi út til Skúvoyar.