Í løtuni er einki ísfiskalínuskip til fiskiskap, og væntandi loysa tey fyrstu aftur, tá páskirnar eru lagdar afturum.
Men, frystilínuskipini royna framvegis, harav fýra í løtuni fiska undir Føroyum, og eitt fiskar í íslendskum sjógvi.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at streymurin verður góður fyrst í vikuni sum kemur, men veðurútlitini eru vánalig.
Tað verður keðiligt veður um vikuskiftið og fyrst í vikuni, sum kemur.
- Tí verður ikki roknað við nógvum útróðri - í hvussu er ikki fyrr enn seinni í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.