Góðu tit ungu, latið ikki teir stóru útbúgvingarmøguleikar, sum vit í dag taka sum eina sjálvfylgju, detta niðurfyri.
Edva Jacobsen, Fuglafjørður
Sambandsflokkurin
Á útbúgvingarøkinum hava vit eitt sera gott samstarv við Danmark sum ein partur av ríkinum, og okkara ungu hava góðan møguleika at fáa sær eina útbúgving.
Heili 95% av teimum føroyingum, sum hava tikið hægri útbúgving, hava lisið í Danmark.
Ríkisfelagsskapurin gevur lesandi føroyingum øll hesi rættindi:
?Einki gjald fyri útbúgving í Danmark.
?Útbúgvingarstuðul úr Danmark á jøvnum føti við danir.
?Atgongd at søkja stuðul úr øllum granskingarráðum í Danmark.
?Søkja um kamar at búgva í á jøvnum føti við danir.
Góðu tit ungu, latið ikki hesar stóru møguleikar, sum vit í dag taka sum eina sjálvfylgju, detta niðurfyri.
Farið tí á val og seti X við lista B. Tað er einasti flokkur sum 100% gongur inn fyri einum framhaldandi samstarvi við Danmarki.
Samstarv er vegurin fram.