Politiið hevur í hesum døgum eitt ferðsluátak og kannar, um børn sita í trygdarbelti í bilunum.
Í morgun var politiið við skúlarnar í Klaksvík, og har sótu øll børnini í kannaðu bilunum í trygdarbelti.
Verri var í Hvalba ein dag í seinastu viku. Har fingu fýra bilførarar klipp í koyrikortið og 500 krónur í bót, tí børnini ikki sótu íbundin.
Politiið sigur, at ofta sita foreldrini sjálv íbundin trygdarbelti men lata børnini sita leys.









