Øll oyggin savnaðist

Herfyri hittust pensjonistar úr allari Suðuroynni til hugnaløtu, har tey hildu á til nakað út á náttina

Ein fastur táttur í felagslívinum hjá pensjonistunum í Suðuroy hevur verið jólaveitslurnar.
Men í ár gjørdu bæði pensjonistafeløgini í oynni av at halda veitslu í felag.
Tað gjørdu tey so herfyri. Og eftir lagnum at døma, verður hetta ikki seinastu ferðina, at tey halda veitslu saman.
Tilsamans vóru næstan 100 pensjonistar úr allir oynni savnaðir á veitslu á hotellinum í Øravík og har var etið, drukkið, prátað, fortalt og dansa til nakað út á náttina.
Við borðið, sum Torgerð Suðuroy stjórnaði við hegni, varð borðreitt við fleskasteik og øllum, sum hartil hoyrir og omaná var mandlurís við mandlum og mandlugávum. Øll hundrað fingu eisini eina lítla jólagávu.
Sagt verður ofta, at har tveir føroyingar hittast, verður sungið. So tað er heldur ikki at undrast á, at tað verður sungið, har 100 føroyingar hittast og undir borðhaldinum varð sungið bæði væl og leing, onkur fortaldi eina góða og onkur hugleiddi um ymiskt.