Felagsarbeiði
Runavíkingar hava fingið nýggja leiðslu í ítróttarfelagnum hjá sær. Fyri sløkum tveimum vikum síðani hevði NSÍ aðalfund, og tá var øll nevndin skift út.
Tungt fíggjarliga
Tað hevur leingi ljóðað, at NSÍ er í fíggjarligum brotasjógvi, og at hetta skuldi verið høvuðsorsøkin til, at øll nevndin var skift út á aðalfundinum.
Men nývaldi formaðurin í NSÍ, Andrias Lamhauge vísir hesum aftur. - Gamla nevndin hevði ikki áhuga í at halda fram, tí hon hevur sitið í umleið 10 ár, og orka var ikki til at halda fram, sigur Andrias Lamhauge.
Spurdur um fíggjarligu støðuna hjá NSÍ sigur nývaldi formaðurin: - Fíggjarliga støðan hevur verið betur, men eg vil siga, at hon er hampulig. Tað er eisini ymiskt farið av bakkastokki, sum skal útvega felagnum meiri pening, sigur Andrias Lamhauge.
Spurdur um tað er rætt, at NSÍ í fjør annað árið á rað hevði góðar 400.000 krónur í halli, sigur Andrias Lamhauge, at tað vil hann ikki gera nakrar viðmerkingar til.
- Tað er rætt, at felagið hevði eitt hall í fjør, men hvussu stórt hallið var, havi eg onga viðmerking til. Vit fara tó at leggja størri dent á peningaskapandi tiltøk, soleiðis at vit ikki hava reyð tøl á botnlinjuni í ár, sigur nývaldi formaðurin.
Andrias Lamhauge sigur, at nýggja nevndin er farin til verka, og at tað eru nógv ting, ið nevndin skal seta seg inn í. Fyrrverandi formaðurin, Jákup Mortensen, hevur tó játtað at verða nevndini til hjálpar og ráðgeva, tá ið tørvur er á tí, og tað verður tað ivaleyst, sigur Andrias Lamhauge.