Øll nótaskipini á makrelveiði

? Tá ið skipini fara aftur á lodnu- og svartkjaftaveiði um einar tvær vikur, vænta vit, at gongd kemur á aftur í Fuglafirði, siga tey á Havsbrún

FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen

Enn gongur helst ein tíð, áðrenn fyrstu lastirnar av ídnaðarfiski verða landaðar til Havsbrún í Fuglafirði. Øll nótaskipini eru á makrelveiði, og hesin fiskurin verður landaður til matna í Noregi. Á Havsbrún rokna tey tó ikki við, at skipini verða so leingi á makrelveiði, kanska einar 14 dagar ella so. Tað veldst tó um, hvussu fiskiskapurin verður. Síðan fara nøkur skip at fiska lodnu, onnur svartkjaft, og tá væntar Havsbrún, at gongd fer at koma á aftur í Fuglafirði.
Neyðugur steðgur
Tað kemur tó ikki illa við hjá ídnaðar-og fóðurvirkinum, at skipini eru á makrelveiði hesar fyrstu dagarnar í nýggja árinum, tí virkið tekur ikki móti ídnaðarfiski kortini.
? Hetta er einasta tíðin av árinum, har øll framleiðslan liggur still. Vanliga verður virkið latið uppaftur fyri móttøku umleið 10. januar. Vit hava brúk fyri hesi tíðini, tí neyðugar ábøtur og ymisk eftirlit skulu fremjast.
Í hesum døgum arbeiða maskinmenn og reperatørar við at gera virkið klárt aftur, og onkur eftirlitsmaður hevur eisini verið fram við.

Sýn av dampketlum
Á Havsbrún hevur t.d. verið ketlasýn. Teir tríggir dampketlarnir, vit brúka í framleiðsluni, eru sýnaðir. Hesir skulu nevniliga sýnast einaferð um árið, og tað eru útlendingar, sum taka sær av hesum.
? Arbeiðseftirlitið hevur ikki fyritreytir at gera hetta eftirlitsarbeiði, og tí verður hetta gjørt at alment góðkendum útlendingum, siga tey á Havsbrún.
Um einar 14 dagar ella so, vænta tey, at gongd er komin á aftur framleiðsluna á virkinum.