Øll nýgerð skal bjóðast út

Framyvir skal øll nýgerð av landsvegum í Føroyum bjóðast út í fríari kapping millum privatar arbeiðstakarar. Tað fer at kosta arbeiðspláss hjá Landsverkfrøðinginum, sum missir sín einarætt at gera landsvegir

Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, avdúkar nú, at hann fer at venda sær frá vanligu mannagongdini, tá talan er um vegagerð í Føroyum.

Nú skal Landsverkfrøðingurin ikki longur hava einarætt til at gera landsvegir, tí arbeiðini skulu framyvir sum meginregla bjóðast út til fría kapping millum privatar arbeiðstakarar.

- Vit skulu hava meiri fyri pengarnar, og eg eri sannførdur um, at tað fáa vit, um vit bjóða arbeiðini út, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum.

- Tað ber ikki til, at summi arbeiðið eru í gongd í 10 ár, uttan at tey gerast liðug. Nú skulu vit hava færri arbeiði í gongd í senn, men tey skulu gerast skjótari liðug, sigur hann.


Færri fólk hjá Landsverkfrøðinginum

Bjarni Djurholm heldur, at tað kann fáast meira burtur úr pengunum, sum í løtuni verða nýttir til landsvegagerð.

- Vit skulu í framtíðini ikki spreiða pengarnar út til eina rúgva av verkætlanum kring alt landið, so tað ganga ár, áðrenn arbeiðini gerast liðug. Vit skulu hava færri verkætlanir, sum ganga skjótari fyri seg, tí á tann hátt fáa vit sum mest burtur úr pengunum, sigur hann.

- Vágatunnilin er eitt dømi um eina verkætlan, sum er tíðaravmarkað og er boðin út.

Ætlanin er, at Landsverkfrøðingurin skal hava myndugleikan á økinum, soleiðis at stovunur kemur at bjóða arbeiðini út og at hava eftirlit við teimum, men tað vera privatir arbeiðstakarar, sum framyvir koma at gera arbeiðini.

Tí verður ikki brúk fyri so nógvum arbeiðsfólki hjá Landsverkfrøðinginum, men hinvegin fáa teir privatu brúk fyri fleiri fólkið til at gera tey ymsu arbeiðini, vísir Bjarni Djurholm á.


Sum mest burtur úr pengunum

Hann sigur, at endamálið við hansara ætlan er, at tað samferðslan skal gerast bíligari at reka.

- Spurningurin er, um vit skulu brúka pengarnar soleiðis, at arbeiðini ganga í áravís, uttan at tey gerast liðugt, ella um vit skulu bjóða tey út í fríari kapping, so at vit fáa sum mest burturúr, sigur Bjarni Djurholm.

- Mín støða er púra greið. Eg eri sannførdur um, at útbjóðing er rætta leiðin, og tí fara vit eisini at gera tað til meginreglu framyvir, sigur hann.

Landsverkfrøðingurin skal í framtíðini eisini hava sínar føstu arbeiðsuppgávur sum til dømis kavarudding og asfaltering, men nýgerð av vegum skal bjóðast út.

- Eg veit, at hetta brýtur við vanligu mannagongdina á økinum, men mín uppgáva er at fáa sum mest burtur úr pengunum, og tað fáa vit, um vit bjóða arbeiðini út í fríari kapping, staðfestir Bjarni Djurholm.