Týskvøldið kundu bæði Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelag og Føroya Pedagogfelag anda lættan, tí tað eydnaðist at gera semju um nýggjan tvey ára sáttmála.
Harvið kundu pedagogar og hjálparfólk í morgun fara aftur til arbeiðis. Somuleiðis foreldur, sum noyddust at vera heima, tí barnagarðar og vøggustovur hava veri stongd.
Og børnini eru sloppin aftur í vøggustovu, barnagarð og frítíðarskúla.
Føroya Pedagogfelag metir sáttmálan vera ein sigur fyri pedagogiska fakið, tí nú er komið við í sáttmálan, at tíð skal setast av til at fyrireika og eftirmeta pedagogiska arbeiðið.
Frammanundan stóð kann í sáttmálanum.
Tá ið verkfallið byrjaði, søgdu arbeiðsgevararnir kortanei til at seta fyrireikingartíð inn í sáttmálan. Serliga Fíggjarmálaráðið helt uppá, at fyrireikingartíðin hoyrdi ikki heima í sáttamálanum, men var eitt mál millum starvsfólk og leiðslu.
Láglønarbólkur
Lønarhækkanin hjá pedagogum og hjalparfólkum er 220 krónur um mánaðin. Fíggjarmálaráðið ætlaði, at lønarhækkanin skuldi vera ymisk, alt eftir hvussu lønin var. Tað vildi pedagogfelagið ikki, og í semjuni stendur, at bara tey, sum fáa meira enn 32.000 krónur í løn, fáa minni, og tað eru bara fimm limir í felagnum, sum fáa so nógva løn.
– Vit vildu sjálvandi gjarna fingið eina veruliga lønarhækking, men um vit ikki eru blivin ríkari í krónum og oyrum, eru vit ið hvussu er blivin ríkari í tí, sum vit eru komin ígjøgnum hesar tríggjar vikurnar. Og nú verður tyngri at syfta pedagogarnar eina aðru ferð, sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag.