- Samarbeiði má vera okkara eitt og alt. Tað, sum var gulltíðin hjá B71, har øll vóru stolt og kundu frøast um at vera av Sandoynni, mugu vit fáa fram aftur.
Tað sigur formaðurin í B71, Oddmar Selfoss, nú felagið fyri fyrstu ferð síðan 2011 aftur skipar fyri eini sølustevnu Inni í Dal í morgin og sunnudagin.
- Vit eru ikki aftan fyri hini, tá ræður um at venja okkara ungdóm, og hetta síggja vit eisini aftur í øllum leikarunum, sum eru runt í landinum og leika við øðrum feløgum. Her fingu tey ungu gott í beinini.
Sandoyggin hevur sera góðar umstøður til at íðka allan ítrótt, sum fólk kunnu hugsa sær, og B71-formaðurin vísir á, at FIFA-vallir eru nærum í øllum bygdum, góðar umstøður eru Inni í Dal, og her er eisini nýggj ítróttarhøll.
Oddmar Selfoss sigur, at hann kortini saknar, at ítróttarhøllin kann brúkast til øll hugsandi tiltøk - og ikki bara ítróttarhøllin, men øll aktivini, sum eru í oynni.
- Kommunur, ítróttarfeløg og ungmannafeløg mugu øll standa saman og draga somu línu. Gera vit ikki tað, koma feløg og einstaklingar aðrastaðni frá at skipa fyri ymiskum tiltøkum, tá undirsjóvartunnilin kemur.
B71-formaðurin sigur, at allar aðrar kommunur í landinum koyra nógvar pengar í trivnaðin, so fólkið trívist.
- Hetta er ein uppgáva, sum kommunurnar her í oynni mugu taka í størsta álvara, heldur Oddmar Selfoss, sum ynskir at bjóða øllum hjartaliga vælkomnum á sølustevnu Inni í Dal í morgin og sunnudagin.