Øll minnast Alexander Dale Oen

Forsætisráðharri, kappingarneytar og onnur kend andlit innan ítróttin standa í røð fyri at alemt vísa sína samkenslu við familjuni hjá Alexander Dale Oen, sum fyrrakvøldið brádliga doyði bara 26 ára gamal.

 

Í samrøðu við Portalin í gjár vísti Pál Joensen á, hvussu væl lýddur Alexander Dale Oen var ímillum øll – eisini hansara argastu kappingarneytar, sum hann somuleiðis var góður vinmaður við.

 

Tann einasti, sum megnaði at enda frammanfyri Alexander Dale Oen á 100m-teininum í bringusvimjing í OL 2008, var japanski Kosuke Kitajima, sum – hóast argasti kappingarneyti – var ein góður vinmaður hjá norska heimsmeistaranum.

 

- Eg eri skelkaður av at hoyra um mín góða vinmann og stóra kappingarneyta. Hvíl í friði, Alex, skrivar hann á Twitter og seinni aftur legði eina støðudagføring út.

 

- Eg klári ikki at halda tárunum aftur, skrivaði hann tá.

 

Ein annar kappingarneyti Alexanders var amerikanski Brendan Hanssen, sum eisini vísir sína samkenslu í práti við AP.

 

- Tú sært ein drong á toppinum á lívsleið síni og væntar ikki, at slíkt kann henda. Brádliga er hann burtur. Tú kann ikki annað enn vera keddur. Tað er so órættvíst. Tað er meiningin, at vit skulu vera hesir fantastisku íðkararnir... Hetta er ein vanæra, sigur hann.

 

Hópin av kendum andlitum í Noregi hava alment víst sína samkenslu. Eitt nú norski forsætisráðharrin, Jens Stoltenberg, skíarin Aksel Lund Svindal, fótbóltsleikarin Vadim Demidov og hondbóltsleikarin Espen Lie Hansen.

 

Eisini Pál Joensen, sum á myndini omanfyri sæst saman við Alexander, vísti sína samkenslu í samrøðu við Portalin í gjár og bara hevði góð orð at bera honum.

 

- Hann var øgiliga prátingarsamur, stuttligur og øll hava góð minni um hann. Hann var eitt fantastiskt menniskja, ein fyrimynd fyri meg sum svimjari og sum menniskja. Hann verður øgiliga nógv saknaður í svimjiheiminum. Hann var góður við øll og eingin hevur nakað ringt at siga um hann, segði Pál Joensen.