TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frásøgnina hjá Tróndi Arge av teimum fýra málunum í dystinum millum AB og Víking, sum endaði við javnleiki 2-2.
Talan er um triðja javnleikin hjá Víkingi, sum ikki hevur tapt í hesum kappingarárinum, og talan er um annan javnleikin hjá AB, sum enn ikki hevur vunnið í hesum kappingarárinum.
Jón Krosslá Poulsen (myndin) fekk sítt fyrsta mál í dag, men gleðin var størst hjá argjamonnum, sum bjargaðu sær eitt stig ímóti dystarenda.