Tað stendur øllum listafólkum í boði at sýna list teirra fram í Mentamálaráðnum. Og hetta er eitt tilboð, ið nógv listafólk við gleði hava tikið ímóti. Mentamálaráðið fær tilmæli frá Myndlistafelganum, um hvat fyri
listafólk hevði verið áhugavert at sæð á bróstinum í forhøllini.
Mentamálaráðið krevur ongantíð pening fyri sýningarnar, og listafólkið fær ongan peningaligan ágóða frá Mentamálaráðnum; og tó, Mentamálaráðið bindur
seg til at keypa eitt verk frá hvørjum listafólki, ið sýnt hevur fram í forhøllini.
Endamálið við øllum sýningunum er at vísa tann ríkdóm, ið føroyska listin inniheldur. Tílík tiltøk eru eisini heilt vanlig í okkara grannalondum.