Øll lið krevja virðing

- Tað finnast eingir lættir dystir í altjóða fótbólti. Eg veit væl, at vit eiga at vinna móti Føroyum, og tað skulu vit eisini gera. Men tað krevur, at vit sýna stóra virðing og ikki taka lætt upp á uppgávuna. Soleiðis sigur serbiski landsliðsvenjarin, Radomir Antic, við serbisku miðlarnar, nú hann og landsliðið fyrireika seg til landsdystin móti Føroyum. Talan er um fyrsta dystin hjá Antic sum landsliðsvenjara, og hann ætlar sjálvandi ikki at dumpa móti eini somikið lítlari fótbóltstjóð. Meðan føroysku spælararnir fyrireika seg í sjálvum Beograd, er venjingarlegan hjá serbiska liðnum nakað norðan fyri høvuðsstaðin.