Nú er greitt, hvørji lið skulu spæla í Final Four-kappingini um Champions League-meistaraheitið í manshondbólti.
At týska liðið THW Kiel kom í endaspælið kom ikki óvart á nakran. á útivølli fyri einari viku síðani spældi liðið javnleik 31-31 ímóti Zagreb, men á heimavølli vunnu týskararnir tryggan sigur 33-27.
Harafturímóti var tað sera óvæntað, at týska Füsche Berlin slapp í Final Four. Í fyrru fjórðingsfinaluni tapti týska liðið greitt 34-23 ímóti spanska Ademar Leon, men í seinna dystinum vunnu týskararnir 29-18 og megnaðu sostatt júst at sleppa í ta endaligu kappingina.
Tey fýra liðini í Final Four eru sostatt AG København, Atletico Madrid, THW Kiel og Füsche Berlin.










