Enniberg, sum hevur verið í Barentshavinum, kom á Havnina tíðliga mánamorgunin. Teir hava 255 tons av flaki, veiðan verður seld í Bretlandi, men landað verður í Havn, veiðan verður síðani send við Skipafelagnum til Bretlands.
Enniberg fór til fiskiskap 18. oktober, fiskiskapurin hevur verið góður, teir fiskaðu tað í eftir var av kvotuni, 255 tons, í 30 dagar, tað vóru 32 mans við Enniberg hendan túrin, skipari var Sonny Johannesen.
Øll kvotan, sum føroysku flakatrolararnir hava í Barentshavinum, er nú fiskað, Sundaberg og Skálaberg liggja í Klaksvík, Vesturvón liggur í Havn, har eisini Enniberg liggur.
Í hesum døgum eru føroyingar í Moskva, har tingast verður við russar um fiskiskapin komandi ár, um samráðingarnar bera á mál, so kann roknast við, at Enniberg og hinir tríggir flakatrolararnir fara til fiskiskap aftur um ársskiftið.